Kommunurnar eiga ikki demensøkið einsamallar og 250 túsund er ov lítið.
Tað harmar meg almikið, hvussu lítið landstýrisfólkini eru inni í demensætlanini. Siri Stenberg hevur miskilt demensætlanina og hvar eru tey, sum skulu vegleiða Siri ? Hennara fólk vóru í fylgibólkinum.
At lurta eftir tíðindinum, har Siri Stenberg svarar spurningum um Demensætlanina, gav ein kvøkk. At hon var so lítið inni í “hví ein demensætlan fyri Føroyar skuldi gerast”, skilji eg ikki. Hon sigur “at demensætlanin ikki er relevant, tí eldraøkið er lagt út til kommurnur”.
Hettar er púrasta misfatað. Tað er øvugt. Ein demensætlan fyri Føroyar skuldi gerast, tí eldraøkið skuldi út til kommunurnar at umsita frá 1 januar 2015.
At Siri sigur, at demenætlanin er frá 2012 passar ikki. Arbeiðsbólkurn varð settur í 2013 og varð demensætlanin handað í februar 2015 og arbeitt bleiv við henni, líka til hon bleiv handað.
Enn einaferð, hornasteinurin í demensætlanini er ”demensdepilin”, sum kostar 2,25 milliónir at seta á stovn og á leið hálva millión at reka árliga.
Vit vildu mett at 1 millión var nokk fyri 2016. Tí vil Alzheimerfelagið heita á landstýrið, um at finna fleiri pengar til demensdepilin. Um ikki annað, so at eitt fólk - kann burturav arbeiða við, at fáa demensdepilin settan á stovn.
Stóra tøkk til tykkum øll, sum royndu og gjørdu sítt í løgtinginum í nátt.
Vegna Alzheimerfelagið
Halldis Joensen, forkvinna










