Eg var við á skúlabarnaferð í 1938, men búði ikki á Selatrað, sum har stendur, men í Sumba, har pápi mín var lærari. Hann var leiðari av skúlabarnaferðini og tað er hann, ið hevur skrivað um ferðina, sum Erling Poulsen hevur í bók síni.
Somuleiðis hevur pápi mín eisini skrivað um dansiferðina í 1927. Hetta stendur í Varðanum, 9. bind.
Erling hevur »gloymt« at viðmerkja hvør skrivað hevur.
Vinarliga
Fríðbjørg Poulsen
f. Pedersen