Fyrst er at viðmerkja til yvirskriftina, at hon gevur eina skeiva mynd av, hvussu málið verður viðgjørt í umsitingini. Blaðmaðurin spurdi beinleiðis, um umsitingin hevði fingið boð um at skunda sær at gera lógaruppskot um at gera undirsjóvartunnil til Vágarnar. Undirritaði svaraði, at ongi boð vóru komin um at skunda sær at gera lógaruppskot. Síðani greiddi undirritaði frá, hví so er, nevniliga at málið umsitingarliga verður viðgjørt innan karmarnar av eini samlaðari samferðsluætlan, har spurningurin um sambandið um Vestmannasund inngongur sum eitt av fleiri málum.
Hetta merkir, at hvørki serligur skundur ella drál er í málinum um eina møguliga undirsjóvartunnilsgerð, men at hetta málið verður viðgjørt saman við øðrum týðandi málum í hesum bólkaarbeiði, sum eftir ætlan verður liðugt 1. desember í ár. Undirritaði hevur onki sagt viðvíkjandi spurninginum um ella nær væntast kann, at farið verður undir arbeiðið at gera sjálvan undirsjóvartunnilin. Undirritaði gjørdi júst hesum viðvíkjandi greitt, at hetta er ein politiskur spurningur, ið bert kann verða avgjørdur av politikarum. Eisini verður undirritaði í greinini endurgivin fyri at hava sagt, at eg síggi fyri mær, »?at ein undirsjóvartunnil liggur eini tvey valskeið, t.v.s. eini átta ár frammi í tíðini«. Hetta er púra skeivt endurgivið, helst av misgáum. Henda misskiljing stavar møguliga frá tí eg segði um, at tíðarkarmurin fyri metingarnar í nevndu samferðsluætlan er eini 4-8 ár viðvíkjandi tørvinum á íløgum til alt samferðsluøkið, t.e. vegir, tunlar, havnir, strandfaraskip, flogvallaviðurskifti o.a. Tað merkir bert, at ætlanin skal vera ein roynd at lýsa nøkur ávís viðurskifti í einum tíðarskeiði røkkandi frá degnum ídag og nakað inn í næstu øld, og hevur onki samband við spurningin um, nær hugsast kann, at byrjað verður at gera ein møguligan undirsjóvartunnil.
Vinarliga,
Sigmundur Isfeld,
fulltrúi á Samskiftisdeild
Vinnumálastýrisins