Tað segði Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, í Degi og Viku í kvøld.
Orsøkin er, at samgonguflokkarnir hava avtalað í samgonguskjalinum, at fyri at taka undir við einum andstøðuuppskoti, so skal semja vera um tað í samgonguni. Og tað er tað ikki.
Johan Dahl hevur boðað frá, at hann fer at taka undir við uppskotinum hjá andstøðutingfólkunum.
Erhard Joensen úr Sambandsflokkinum, hevur drigið á bæði í hesum máli. Men hann hevur boðað frá, at hann fer at standa saman við samgonguni og atkvøða ímóti málinum.
Annika Olsen úr Fólkaflokkinum hevur verið serliga kúrr í hesum máli og hevur ikki viljað sagt, hvørja støðu hon fer at taka. Hon hevur sum borgarstjóri gift tey flestu samkyndu, sum eru gift í Føroyum. Hon er eisini tann fyrsta, sum hevur gift samkynd fólk í Føroyum.
Málið var til fyrstu viðgerð í Løgtinginum í dag, har næstan bara andstøðufólk høvdu orðið – umframt framsøgufólkini hjá samgonguflokkunum.
Gitt hevur verið, um nú Miðflokkurin fer at standa so fast við støðu sína, ella um flokkurin fer at lata sær lynda, at hesi rættindi verða givin til samkynd – á vaktini hjá Miðflokkinum í landsstýrinum. Men sambært Jenisi av Rana, so fer Miðflokkurin ikki at góðtaka tað, og tí slitnar samgongan, um málið verður samtykt.
Annar møguleiki, er at hitt tingfólkið, sum hevur gift samkynd, Kristin Michelsen úr Sjálvstýrinum, fer at atkøða saman við andstøðuni fyri málinum.
Kristin Michelsen hevur tí avgerðandi atkvøðuna, sum kann fáa málið samtykt – og sum so fer at fella samgonguna.
Kristin Michelsen var ikki serliga greiður í framsøgurøðu síni í tinginum í dag. Hann segði, at hann fór at atkvøða »ja«, ella »nei« ella »blankt«.
Trupulleikin hjá Kristini Michelsen er, at hann gevur Javnaðarflokkinum ein fyrimun, um hann gevur samgonguni trupulleikar. Og tað ger hann valla, og tí vigar tað helst meira enn rættindi til samkyndar mammur. Tí er mest hugsandi, at málið fellur.
Ein hyoptetiskur møguleiki er, at Annika Olsen fer at atkvøða eftir sín sannføring. So verður málið samtykt.










