Føroyar eru tað landið í Evropa, sum veitir samkyndum, tvíkyndum og tvørkyndum eina ringast rættindi.
Tað sigur LGBT, sum er felagið hjá hesum minnilutabólkunum í Føroyum.
Tey vísa á, at tað er altjóða felagsskapurin fyri samkynd, tvíkynd og tvørkynd, ILGA, sum hevur samanborið rættindini hjá hesum minnilutabólkum.
Í hesum sambandi hevur felagsskapurin sett ein lista upp upp við 46 punktum yvir ymisk øki, har munur er á javnrættindum hjá samkyndum, tvíkyndum og tvørkyndum, og øðrum fólkum.
- Eftir yvirlitinum megna Føroyar bara at veita sjey av hesum 46 javnrættindum til føroyingar, ið eru sam-, tví- ella tvørkynd, sigur LGBT.
- Tríggjar av hesum ásetingum eru tó bert galdandi í Føroyum, tí tær enn koma undir danskt málsøki, sigur LGBT í Føroyum.
Hetta svarar til einans 17%, sigur felagsskapurin.
- Yvirlitið vísir hvørja trygd, hvønn stuðul, hvat frælsi og hvørji rættindi tey ymisku londini í Evropa veita sínum samkyndum, tvíkyndum og tvørkyndum borgarum.
Sambært seinasta yvirlitinum er Bretland á odda í Evropa.
- Bretland veitir heili 77% av øllum ásettu rættindunum til sínar samkyndu, tvíkyndu og tvørkyndu borgarar.
Men síðan hetta yvirlitið varð gjørt, hevur bretska stjórnin eisini sett samkynd hjúnabond í gildið í Englandi og Wales, so prosenttalið verður ivaleyst munandi hægri á listanum fyri 2014, sigur LGBT.
- Tætt í hølinum á Bretlandi, eru flestu londini í Vesturevropa. Longur eystur vit fara, verri verður støðan. Allar ringast stendur til í Russlandi, sum einans uppfyllir 7% av ásetingunum hjá ILGA-Europe.
Men hetta yvirlitið er gjørt áðrenn nýggja lógin kom í gildi, sum eitt nú bannar Pride skrúðgongum og annars allar jaligari umtalu av samkyndum í Russlandi.
Tískil verður russiska prosenttalið uttan iva enn lægri í ár .
- Á hesum øki kunnu vit samanbera okkum við Hvítarussland, Bulgaria, Kosovo, Turkaland, sigur LGBT.
Felagið sigur, at flestar kanningar vísa, at 5-10 prosent av fólki eru samkynd, tvíkynd ella tvørkynd og sostatt ávirkar hetta einar 2.400 og 4.800 føroyingar.
|










