Rættarnevndin fundast um tunnil

Hóast eingin tingfundur er lýstur at vera enn, so viðgerð rættarnevndin hjá løgtinginum framvegis uppskotini um Skálafjarðartunnil.

 

Fundur verður í nevndini týsdagin klokkan 9, og øll málini eru um tunlar:

 

Løgtingsmál nr. 3/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um einkarætt til at byggja, reka og fíggja undirsjóvartunnil undir Skálafjørð og Tangafjørð.

 

Løgtingsmál nr. 4/2013: Uppskot til løgtingslóg um stovnan av partafelagið at gera, fíggja og reka tunnil undir Tangafjørð og Skálafjørð.

 

Løgtingsmál nr. 5/2013: Uppskot til løgtingslóg um at byggja, fíggja og reka undirsjóvartunnil undir Tangafjørð og Skálafjørð.

 

Løgtingsmál nr. 6/2013: Uppskot til løgtingslóg um at stovna alment partafelag at byggja og reka undirsjóvartunlar millum Eysturoy og Streymoy, og millum Sandoy og Streymoy.

 

Løgtingsmál nr. 8/2013: Uppskot til samtyktar um Tunnilsfelag Føroya