Rættarmál krevur nógva orku

- Umframt okkara gerandisarbeiði, skulu vit nú fyrireika okkum til eitt rættarmál, sum gevur okkum nokk so fitt av eykaarbeiði, sigur Kringvarpsstjórin

- Jørgen Niclasen heldur ivaleyst, at hann hevur eina góða sak, tá hann stevnir. Nú mugu vit síggja, hvat rætturin kemur fram til, sigur Dia Midjord, Kringvarpsstjóri, eftir at hann saman við Liljuni Weihe, tíðindaleiðara, og Jan Lamhauge, journalisti, er stevndur.  Eisini er Sveinur Tróndarson, sum hevur verið journalistur á Portal.fo, er stevndur.

 

Les eisini: Jørgen hevur stevnt

Les eisini: Her er stevningin hjá Jørgeni

 

Dia Midjord sigur, at eitt rættarmál ikki ávirkar gerandisdagin sum so, men at tað sjálvandi kemur at taka nógva arbeiðsorku.

- Umframt okkara vanliga gerandisarbeiði skulu vit nú fyrireika okkum til eitt rættarmál, sum gevur okkum nokk so fitt av eykaarbeiði, sigur Dia Midjord, Kringvarpsstjóri.

 

Hoyr samrøðu við Dia Midjord við at trýsta á pílin undir myndini.