Rættarmál ímóti bankum hava kostað eina milliard krónur

Í dag varð punktum sett við tað síðsta av sjey stórum endurgjaldsmálum um tap hjá bankum.

 

Í dag varð dómur sagdur í tí síðsta av sjey stórum rættarmálum um endurgjald fyri tap í fleiri donskum og førlyskum peningastovnum, sum fóru á húsagang undir og eftir fíggjarkreppuna.

Felagið hjá statinum, Finansiel Stabilitet, hevur bara fingið lutvíst viðhald í málum um føroyska Eik Banka.

Finansiel Stabilitet varð stovnað í 2009 og skuldi standa fyri avtøku av neyðlíðandi peningastovnum.

Rættarmálini hava vart í fleiri ár. Tað hevur víst seg, at krøvini í fleiri førum hava verið langt oman fyri mál.

Higartil hevur Finansiel Stabilitet fingið dømt umleið eina milliard krónur í sín part.

Men tað hevur samstundis kosta umleið eina milliard krónur fyri at føra málini. Útreiðslurnar til advokatútreiðslur, advokatkanningar og útreiðslur, sum dómur er fallin um.

Her eru tey størstu málini:

* Roskilde Bank. Fyrst kravdi Finansiel Stabilitet eina milliard krónur, men Eystari Landsrættur fríkendi øll tey saksøktu í 2017. Síðani varð kravið minkað til 332 milliónir krónur. Hægstirættur gjørdi av 1. desember í fjør, at fyrrverandi stjórin, Niels Valentin Hansen, skal gjalda 231 milliónir krónur.

* Amagerbanken. Kravið var upprunaliga 900 milliónir. Eftir viðgerð í býarrætti og landsrætti endaði tað í 2019 við eini avtalu. Átta leiðslulimir skuldu gjalda 255,5 milliónir krónur.

* Ebh Bank. Kravið var 550 milliónir krónur. 11 fyrrverandi persónar í leiðsluni vórðu fríkendir av Vestara Landsrætti í 2020. Í Hægstarætti varð stjórin í apríl 2022 dømdir at gjalda tvær milliónir krónur.

* Capinordic Bank. Leiðslan var í Hægstarætti í 2019 dømd at gjalda 89 milliónir krónur.

* Løkken Sparekasse. Vestari Landsrættur fríkendi tey saksøktu í 2020, og Hægstirættur blástemplaði avgerðina í juni 2022.

Eik Bank Danmark. Leiðslan varð fríkend av Hægstarætti í 2020.

* Eik Banki Føroyar. Føroya Rættur dømdi stjóran, formannin og næstformannin í nevndini at gjalda 150 milliónir krónur. Eystari Landsrættur broytti dómin í dag. Bara stjórin skal gjalda endurgjald. Upphæddin er 85,7 milliónir krónur.

Kelda: Finansiel Stabilitet, Hægstirættur, Ritzau.

/ritzau/