- Eg haldi, at tá høvi býðst at bera Nyrup boð um okkara misnøgd, fyri tað, sum vit halda er gjørt móti okkum, so skuldu vit gera tað, sigur Atli Dam.
Hann heldur, at tað eisini skal berast upp á mál, hvat bankamálið búskaparliga hevur havt at týða fyri Føroyar, og at danir skulu bera sín rímiliga part av tí, sum er farið fyri skeyti.
Atli Dam heldur ikki, at føroyingar einsamallir skulu bera alla skyld og ábyrgd fyri tí, sum fór fram fyrst í nítiárunum. Danski bankin og danska stjónin skulu eisini bera sín part av skyldini av trupulleikunum í Føroyum.
- Fyri tveimum árum síðan, og áðrenn bankakanningin varð sett í verk, segði eg, at vit skuldu gera eina semju um trýbýti av skuldini, sigur Atli Dam.
-Eg vil tí, ið hvussu so er, ikki sleppa høvinum at bera hetta fram enn einaferð, tá Nyrup kemur.
- Hví heldur tú at Nyrup kemur beint áðrenn bankakanningin verður almannakunngjørd?
- Tað kann henda, at vit føroyingar enn einaferð verða statistar í einum leiki, sum tykist neyðugur hjá Nyrup, fyri at hækka um metingina av honum sum statsmanni, men vit skulu gera tað kortini, sigur Atli Dam.
- Hvat hevði tú sagt um áheitaina at halda Ríkisfundin í Føroyum, tá tú vart løgmaður?
- Um eg varð biðin at hýsa einum toppfundi, um tað so var fyri forsetunum í Russlandi og USA, eins og í Íslandi á sinni, ella sum nú fyri Ríkisfundinum, so hevði eg sjálvandi lagt høli til.
Ríkisfundurin er óformellur, og hevur ikki stóran týdning fyri samstarvið, men tað samsvarar eisini við føroyskan sið at taka ímóti gestum.
- Hvat heldur tú um politisku flokkarnar, sum ikki vilja hitta Nyrup?
- Eg haldi, at tað er hóskiligt at bera sína misnøgd fram beinleiðis, enn at forsætisráðharrin sjálvur av hesum skal fáa høvi at staðfesta, at ein raktión verður til eina demonstratión, sigur Atli Dam.