Rætt at einskilja Strandferðsluna

Men okkurt av tí má vera ein misskiljing

Vit taka undir við, at landið bjóðar ymsar uppgávur út til privat at røkja.

 

Tað sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag í eini viðmerking til ætlanina hjá samgonguni at einskilja Strandferðsluna.

 

Arbeiðsgevarfelagið sigur, at við hesum lýkur samgongan treytirnar í frágreiðingini um alment keyp og útbjóðing.

 

Men í Føroya Arbeiðsgevarfelag eru tey kortini ikki heilt nøgd við ætlanina at bjóða sigling hjá Strandferðsluni, út.

 

Í uppskotinum, sum verður lagt fyri Løgtingið, stendur, at tað, sum skal bjóðast út, eru rutur, sum privatir veitarar meta, kunnu bera seg.

 

Tað heldur Føroya Arbeiðarafelag má vera ein misskiljing, sum má broytast.

 

- Skal treytin fyri at bjóða sigling hjá Strandferðsluni út, vera, at privatir veitarar skulu fáa eina rutu at bera seg, sum landið hevur rikið við halli, verða tað ikki nógvar rutur, sum verða bodnar út, sigur Arbeiðsgevarafelagið.  

 

Felagið heldur, at tað, sum er avgerandi, má vera um  tann privati kann reka eina rutu betri ella bíligari enn tað almenna.

 

Les eisini: Gera klárt til at einskilja Strandferðsluna