Flestu vøllirnir eru ikki lagdir við verður og vindi í huga. Tí blívur tað ein risa avbjóðing, tá nógvur vindur er, at fáa avgeitt allar dystirnar. Hetta ger tað torført at fyrireika hjá feløginum, venjarunum, áskoðarunum og fjølmiðlunum.
Men her í Føroyum eru vit so von við, at tiltøk verða útsett vegna veður. Vit kunnu bara taka flogferðsluna og festivalarnar. Vit duga at hugna okkum alíkavæl og mugu bara finna okkum í, at vit búgva í Føroyum.
Tí er tað eisini rætt, tá feløgini flyta dystirnar alt eftir hvussu verðurforsøgnin er. Á Argjum var ónøgd við, at Petur Reinert útsetti dystin. Tað var av onkrum mett, at tað var til fyrimuns fyri B36. Tað vilja altíð verða slíkar tankar og illgitingar um at annað liðið fær fyrimun, men alternativi er, at vit spæla í ótolandi veðrið.
Hví leygardag?
Tað er langt síðani, at eg havi verið ein dystin leygardag, har tað hava verið nógvir áskoðarar. Eg skilji ikki ordiliga hugskotið við at spæla Effo-fótbólt leygardag. Tá havi eg nógv betri royndi av fríggjakvøldi og klokkan 17 sunnudag.
Eg skal ikki siga, at onkur einkultur dystir kann verða leygardag, men tað tykist sum fólk hava annað at gera ein leygardag enn at hyggja eftir fótbólti.
Áskoðaratølini eru heldur lægri og onkursvegna haldi eg heldur ikki, at fólkið savnar seg um fótbóltin eins nógv tá.
Fleiri dystir fríggjakvøld og sunnudagin klokkan 17 heldur enn leygardag.