Grindadráp skal steðgast. Einki sláturhús í heiminum hevði góðtikið drápsháttin hjá føroyingum, sigur Rosie Kunneke, sum aftur í ár verður samskipari hjá Sea Shepherd á landi í Føroyum.
Í morgun boðaði Sea Shepherd frá, at næsta herferðin hjá teimum móti Føroyum eitur Operatión Sleppið Grindini, og at hon byrjar 14. juni og heldur áfram út í oktober mánað.
Herferðin skal markera byrjanina til økta virksemið hjá Sea Shepherd í Norðuratlantshavi, har felagsskapurin fer at brúka hepnið, hann sigur seg hava úr Suðurhøvum, at vinna á óneyðugu slátrinum av grindahvalum í Føroyum.
Tað er Alex Cornelissen, sum er leiðari av herferðini í Føroyum. Hann sigur í tíðindaskrivinum frá Sea Shepherd soleiðis:
– Aftur í ár fara okkara fólk at gera alt tað, tey kunnu – á lógligan – hátt at tryggja, at grind ikki verður dripin í Føroyum. Uppíleggingin hjá Sea Shepherd í grindadráp í Føroyum er ikki fyri at áleggja føroyingum onnur virði. Vit eru ein altjóða rørsla við fólkum, sum hava kenslur fyri at hjálpa hesum verjuleysu djórunum og verja alt virðismikið lív í sjónum, sigur hann.
Operatión Sleppið Grindini verður sætta herferðin hjá Sea Shepherd í Føroyum – og verður sambært felagsskapinum tann higartil størsta.
Tað verða skipini Bob Barker og Sam Simon, sum verða við í herferðini. Tey koma úr Suðurhøvum, har tey hava verið við í Operation Icefish. Saman við teimum verður eisini trimaranurin Brigitte Bardot, sum eisini var í Føroyum í fjør.
Skipini fáa stuðul frá einum bólki á landi undir leiðslu av Rosie Kunneke úr Suðurafrika, sum eisini var í Føroyum í fjør. Hon skal hjálpa og samskipa herferðina í »blóðugastu mánaðunum av slátrinum«, sum felagsskapurin málber seg.
– Hátturin, sum føroyingar brúka í grindadrápi, við at reka hvalirnar inn móti landi og drepa teir, hevði ikki verið góðtikin í nøkrum sláturhúsi í verðini, sigur Rosie Kunneke.
Hon vísir á, at føroyingar ikki longur tørva grind sum mat, m. a. vegna dálking.
– Tað er upp á tíðina, at hesir óneyðugu og yvirdrivnu ræðuleikar steðga, og at hvalirnir verða bjargarðir, sigur hon.










