Í minsta lagi 21 fólk vórðu dripin og 48 løstað í einum russiskum álopi á ukrainska býin, Kherson í dag.
- Álopið rakti eitt nú ein matvøruhandil, eina tokstøð, eina bensinstøð og eitt íbúðarøki, sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, í sosialum miðlum í dag.
Myndarøðin, sum forsetin hevur lagt út á Instagram, ger, at tað fer kalt niður eftir rygginum.
Myndirnar, sum eitt nú norska Dagbladet vísir til, vísa bæði blóð og lík, sum liggja slødd eftir handilsgólvinum, men fleiri av myndunum eru so ógvusligar, at Dagbladet vil ikki hýsa teimum.
- Hetta er blóðbaðið, sum Russland leggur eftir seg, skrivar forsetin.
Tíðindastovan Reuters, sum hevur tíðindafólk í Kherson, veit at siga, at tað var í morguntímunum, meðan fólk vóru og keyptu inn, at Russland leyp á.
##med2##
- Øll tey deyðu og løstaðu vóru viðskiftafólk og starvsfólk í handlinum, upplýsir ukrainski innanríkisráðharrin.
Eitt talsfólk hjá ukrainsku verjuni, Serhii Cherevatyi, sigur sambært Reuters, at tá fíggindin ikki megnar nakað á hermótinum, leggur Russland eftir friðarligum býum.
Russland hevur fyribils ikki gjørt viðmerkingar til álopið í Kherson í dag. Kherson-regiónin er ein av fýra, sum Russland sigur seg hava innlimað í Russland.
Gjøgnum alt kríggið, síðan Russland leyp á Ukraina hin 24. februar í fjør, hevur Russland hildið upp á, at landið leypir ikki á sivilfólk í Ukraina.
##med3##
Men, ógvusligu myndirnar í dag og frásøgnin hjá tíðindafólkum hjá Reuters, sum eru á staðnum, vísa nakað heilt annað.
Í november í fjør tók ukrainski herurin býin, Kherson, aftur frá Russlandi, tá ukrainskar herdeildir róku russisku herliðini úr aftur býnum. Men, Russland situr framvegis á einum stórum parti av Kherson-regiónini.