Ræðandi frágreiðing um veðurlagsbroytingar

Verður tað dálkandi útlátið ikki skert, fer tað at fáa álvarssama ávirkan, og tá vendist ikki aftur.

Um allan heimin eru fólk, samfeløg og vistfrøðin rakt av veðurlagsbroytingunum. Tað stendur at lesa í teirri næstu frágreiðingini, sum ST almannakunngjørdi i nátt.

Sagt verður, at verður útlátið ikki skert, fer tað at fáa álvarssama ávirkan, og tá vendist ikki aftur. Tí er alneyðugt við tillagingum og at minka útláið, sigur veðurlagsráðið hjá ST.

 

Partar av frágreiðingini eru komnir undan kavi fyrr, men klokkan eitt í nátt bleiv tan endaligi samandrátturin almannakunngjørdur.

 

Í frágreiðingini verður millum annað staðfest, at hitabylgjur og skógareldar fara at ávirka heilsu okkara og at krevja støðugt fleiri mannalív, minkandi matframleiðsla fer at raka tey fátæku økini meint, og fleiri verða rakt av sjúkum, sum smitta ígjøgnum vatn, mat ella flogkykt.

 

Tann vandafulla dálkingin í býunum verður tengd at veðurlagsdálkingini, og sagt verður, at innan næsta aldarskiftið verður luftin so illa dálkað summastaðni í heiminum, at partar av árinum verður tað hættisligt at fáast við nakað uttandura.

 

Tann 13. apríl kemur tann triðja frágreiðingin frá ST, og hon fer at snúgva seg um tiltøk, sum skulu skerja tað vandamikla útlátið.