Felagskapurin KRIS skipar fyri ráðstevnu 28. apríl í Norðurlandahúsinum.
Felagskapurin KRIS veitir tilboð um hjálp til persónar, ið stríðast við seinárin av kýnsligum ágangi. Ein partur av arbeiðinum hjá KRIS er eisini alment at kunna um kýnslingan ágang.
Sálarfrøðingar úr Danmark, sum hava servitan innan kýnsligan ágang av børnum og seinárinum hjá vaksnum, luttaka.
Somuleiðis verður evnið lýst gjølla frá tí tað verður meldað til sálarviðgerð, her í millum eisini rættargongdin hjá offrininum og krenkarinum, og hvussu dómur verður feldur.
Uppteljingarnar av fráboðanum hjá KRIS í 2015 fleirifaldast, og hvat orsøkin er til hetta, er ivasamt. Vónandi er tað tí ljós verður varpað á trupulleikan.
Endamálið hjá KRIS er ein 0-hugsjón, og at ofrini fáa tað hjálp, sum teimum tørva.
Við hesari ráðstevnu vil KRIS geva fakfólki, mynduleikum, fjølmiðlum, politikarum og almenninginum innlit í hetta trupla evnið.