Í hesum sambandi skipar felagið fyri ráðstevnu við tí endamáli at lýsa nærri, hvørjir fíggingarmøguleikar kunnu væntast í Føroyum í komandi tíðum.
Ráðstevnan er skipað sum eitt pallborð við luttøku av Janusi Petersen frá Føroya Banka, Vilhelm Petersen frá Føroya Sparikasa, Atli P. Dam frá Realkreditstovninum og Claus Rasmussen frá Rasmussen og Weihe.
Ráðstevnan verður hildin í Útvarpshøllini týsdagin tann 17. mars
Byrjað verður kl. 09.30. Ætlandi endar ráðstevnan kl. 15.00.
Fyrrapartin hava pallborðsluttakararnir síni innlegg og seinnapartin verður orðaskifti.
Ráðstevnan er almenn, og øll eru vælkomin.
Sum kunnugt er lógaruppskot um endurnýggjan av feskfiskiflotanum v.m. í hesum døgum lagt fram á Føroya Løgting.
Um skipating
Skipating er eitt felag hvørs endamál er at:
1.Økja um fakligan kunnleika um sjóvinnu, herundir fiskivinnu við atliti at felags áhuga í skipatøkni, útbúgving, sigling, tryggleika og umhvørvisvernd á sjónum.
2.Miðja ímóti at savna og upplýsa um faklig viðurskifti og skipa fyri breiðum orðaskifti við fundum, ráðstevnum og blaðupplýsing.
Skipating er ópolitisk og er ikki heft at nøkrum stovni ella øðrum áhugafelag.