Raðkoyring og BMW-treff

Sunnudagin skipar BMW Føroyar fyri BMW-treffi við raðkoyring og fleiri tiltøkum hjá Nordcar.

BMW Føroyar skipar fyri sovendum BMW-treffi sunnudagin 30. august við raðkoyring og fleiri tiltøkum hjá Nordcar í Smiðjugerði.

 

Raðkoyringin byrjar samstundis í Vágum og í Eysturoy.

 

Koyrt verður frá FK í Miðvági og úr Skálafirði umleið klokkan 16, og bilarnir møtast í Kollafirði umleið klokkan 17.

 

Síðan verður koyrt víðari í rað til Havnar eftir Hvítanesvegnum og eftir R.C. Effersøesgøtu gjøgnum Steinatún og eftir J.Paturssonargøtu - og eftir Landavegnum út til Nordcar, soleiðis at allir BMW-bilarnir verða har umleið klokkan 18.

 

Opið hús verður hjá Nordcar við framvísing av bilum og sølu av ymsum eykalutum. Eisini verður fyrilestur frá umboði fyri BMW í Danmark eins og flottastu BMW bilar verða valdir.

 

BMW Føroyar er áhugafelag fyri fólk sum eiga og hava áhuga fyri BMW. Endamál felagsins er at økja um áhugan fyri BMW í Føroyum og at skipa fyri felags tiltøkum, eitt nú felags koyritúrum, treffum og øðrum.

 

BMW Føroyar er nú einasta biláhugafelag við ávísum bilamerki sum einasta felagsnevnara.