Ein av best kendu amerikansku radiovertum, 61 ára gamli, Phil Valentine, er deyður við koronu.
Hetta hendi eftir langa sjúkralegu. Í sendingum og í bloggum gjørdi hann gjøldur burtur úr koppseting móti koronu, og hann segði fleiri ferðir, at hann ynskti ikki at verða koppsettur.
Phil Valentine spurdi lurtarar sínar, um tey hildu seg hava brúk fyri koppseting.
- Hvørji eru sannlíkindini fyri, at eg gerist smittaður við covid-19. Tey eru ógvuliga lítil. Hvørji eru sannlíkindini fyri, at eg doyggi við covid-19, um eg gerist smittaður. Helst eru sannlíkindini minni enn eitt prosent, skrivaði Phil Valentine í sínum bloggi í desember í fjør.
Við tað, at hann sjálvur ikki hevði aðrar sjúkur, gjørdi hann av, at hann fór ikki at lata seg koppseta móti covid-19.
Men, so gjørdist radioverturin úr Tennessee smittaður kortini.
##med2##
- Jú, tað er satt. Eg havi covid-19. Men, tað sær út til, at hetta skal fara at ganga væl, skrivaði hann í einari dagføring á sínari Facebook-síðu hin 12. juli í ár.
Støðan hjá radiovertinum gjørdist ógvuliga álvarslig, og í endanum av juli mánaði gjørdi familja hansara vart við, at Phil Valentine varð lagdur inn á intensiva deild á sjúkrahúsi.
Bróður radiovertin, sum nú er deyður, sigur, at Phil Valentine at enda ynskti at eggja øllum til at lata seg koppseta, men tá var hann vorðin so sjúkur, at hann megnaði ikki at bera boðini sjálvur.
Tískil hevur bróðurin, Mark Valentine, nú eftir ynski frá beiggja sínum borið fram hansara áheitan.
- Eg veit, at um hann hevði megnað tað, vildi Phil Valentine sagt: Latið tykkum koppseta!
Phil Valentine fekk lungnabruna av koronu-sjúkuni, og hetta endaði við, at hann varð lagdur í respirator. Leingi var støða hansara stabil, tó at hon var kritisk, men stívliga ein mánaða eftir, at hann gjørdist smittaður, doyði Phil Valentine.
- Vit eru kedd um at kunngera, at okkara vertur og vinur, Phil Valentine, er deyður, skrivaði arbeiðsgevari hansara á Tvitter.
##med3##
Tað eru fleiri útlendskir miðlar, sum bera syrgiligu søguna um kenda amerikanska radiovertin.