Aftur á næsta Roskilde festivalinum verður bretski rokkbólkurin Radiohead at hoyra. Seinast Radiohead spældi á Roskilde festivalin var í 1997, tá ið bólkurin júst hevði givið fløguna ?OK Computer? út. Bæði konsertin og fløgan hittaðu stórt og ivaleyst eru mong, ið síggja fram til at síggja Radiohead aftur á danska festivalinum.
Í oktober var møguleiki fyri at atkvøða fyri tí bólkinum, man helst vildi síggja aftur á Roskilde festivalinum og her var Radiohead millum ovastu bólkarnar á listanum.
Herfyri gav bólkurin fløguna ?In Rainbows? út, sum teir løgdu beinleiðis inn á alnótina uttan at hava nakað plátuselskap og henda fløgan varð eisini sera væl umtókt. ? Heili 1,2 milliónir viðhaldsfólk vóru inni á heimasíðuni hjá bólkinum fyri at taka fløguna niður á degnum, tá hon varð útgivin!










