Landstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm og danski ministarin innan vísund, tøkni og menning, Helge Sander, undirskriva týsdagin 8. januar 2002 avtalu um yvirtøku av radiogrundaðu neyð- og trygdartænastuni á havinum (Tórshavn Radio).
Føroya Tele røkir uppgávuna vegna Tele Danmark, og fær endurrindað útreiðslurnar fyri tænastuna frá Tele Danmark, sum eru góðar seks milliónir krónur árliga. Tænastan húasast á Telegrafstøðini undir heitinum Thorshavn Radio, og er hon ? eins og í Danmark ? ein samansjóðaður partur av strandaradiotænastuni. Á telegrafstøðini starvast fólk, sum hava neyðugan førleika, sum tænastan krevur sambært altjóða ásetingum til at røkja uppgávurnar.
Tænastan er av stórum týdningi fyri trygdina hjá manningini á bátum og skipum í føroyskum havøki.
Føroya Tele fer framhaldandi, eftir yvirtøkuna, at útynna tænastuna, tó við tí grundleggjandi broyting, at Føroya Tele verður álagt rakstrarábyrgdina av tænastuni yvirfyri landsstýrinum, og at føroyskir myndugleikar hava lóggávu- og myndugleikaheimildina og ábyrgdina av tænastuni. Føroya Tele fær endurgoldið útreiðslurnar í sambandi við tænastuni og er á fíggjarlógini 2002 lagt upp fyri hesum.