Radiografarnir sín fyrsta arbeiðsdag á Suðuroyar sjúkrahúsi

Ein CT-skannari varð keyptur til Suðuroyar Sjúkrahús í fjør, og hevur tað ikki verið møguligt at tikið skannaran í nýtslu, av tí at ongir radiografar hava verið í starvi á sjúkrahúsinum.

Seint í fjør varð søkt eftir radiografum, og  fleiri umsóknir vóru til størvini, veit Suðurrás at siga.

Babra Mirza og Torkil Lund Clausen eru í morgun byrjað í starvi sum radiografar á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Babra og Torkil fara nú saman við øðrum at fyrireika nýggju tænastuna, ið Suðuroyar Sjúkrahús í framtíðini kann bjóða suðuroyingum og øllum føroyingum, skrivar sudurras.fo.