John Johannessen
Tað er í veruleikanum eitt stríð um fakbólkar, ið liggur aftan fyri verkfallið hjá felagnum fyri føroyskar radiografar.
Radiografarnir fóru fyrradagin í 24 tíma langan arbeiðssteðg, tí teir ynskja at fáa løn sína upp á sama støði, sum tað hjá sjúkrasytrunum, ið eisini starvast á røntgendeildunum. Eisini ynskja radiografarnir at fáa setanarpolitikk sín upp á sama støði hjá sjúkrasystrunum.
Felagið hjá radiografunum sigur, at upprunaliga ætlanin við verkfallinum var at fáa hækkað lønina, eins og teirri hjá sjúkrasystrunum. Men nú Sjúkrasytrafelagið hevur meldað út, at tað ikki kann góðtaka, at onnur feløg krevja vunnin rættindi hjá Sjúkrasytrafelagnum, kenna radiografarnir seg eisini noyddar at gera vart við, at teir eru ónøgdir við, at sjúkrasytrar starvast á teirra øki fyri hægri løn, enn radiografarnir fáa.
? Vit undrast yvir, at Sjúkrasystrafelagið metir krøv okkara vera teirra vunnu rættindi. Tey hava nevniliga einki við teirra rættindi at gera, men harfturímóti snýr tað seg um at vinna rættindi, ið svara til okkara útbúgving, sigur Jóna Hentze, forkvinna hjá radiografunum.
Forkvinna í felagnum hjá radiografunum, vísir á, at munurin millum radiografarnir á røntgendeildunum og sjúkrasytrarnar á røntgendeildunum er, at radiografarnir hava eina útbúgving, ið er skraddaraseymað til starvið, meðan sjúkrasystrarnar bert hava tikið stutt skeið um, hvussu tær skulu starvast á røntgendeildini.
Radiografarnar siga trupulleikan hjá sær vera, at tær hava avtalu við Fíggjarmálastýrið um, at tær skulu fylgja sáttmálanum hjá sjúkrasystrunum. Orsøkin til hetta er, at Fíggjarmálastýrið ikki vil samráðast við tey smáu feløgni. Vegna tess hava radiografarnir fylgt grundsáttmálanum hjá sjúkrasytrunum. Men av tí, at yrkini eru ymisk, krevjast ávísir ískoytissátmálar fyri smáu feløgini.