Radiobiografur um abortsøgur

Í kvøld klokkan 20 skipar felagsskapurin Frítt Val fyri radiobiografi í vertshúsinum Sirkus í Havn. Tiltakið er eitt av fleiri í røðini av tiltøkum, ið felagsskapurin Damudomi skipar fyri dagarnar fyri Altjóða Kvinnudagin 8. mars.

 

 

Í Radiobiografinum í kvøld fara ymsar kvinnur at greiða frá sínum persónligu upplivingum við abort í Føroyum gjøgnum eitt ljóðband, ið verður varpað út í Sirkus, sum áhoyrarir lurta eftir saman. Aftaná verður møguleiki fyri opnum práti og kjaki.

 

 

– Okkara abortsøgur eru eins ymiskar og okkara fingramerki eru. Enn er nógv stigma rundanum, tað at fáa abort, og tí er týdingarmikið at hoyra hesar søgurnar. Tí at einasti mátin at enda stigma, er at tosa opið saman, skrivar Damudomi á Facebook vanga teirra.