Radio 100FM farið í gjaldssteðg

Størsta handilsliga útvarpsstøðin í Danmark, Radio 100FM, er farin í gjaldssteðg. Tað sigur Talpa Radio Danmark A/S í tíðindaskrivi.

Leiðsla felagsins hevur leingi arbeitt við at loysa fíggjarligu trupulleikarnar ? bæði saman við møguligum íleggjarum og núverandi eigarum.

Jon de Mol, sum eigur Talpa Radioa Danmark, sigur við Ritzau, at tað vildi verið ábyrgdarleyst at hildið fram við íløgunum, tá eingin trygd er fyri, at støðan broytist hjá útvarpsstøðini.

Stjórin á útvarpsstøðini, Jim Receveur, harmast um, at tað ikki hevur eydnast at finna ein íleggjara hóast fíggjarkreppu.

- Eg vóni framvegis, at eg saman við nevndini kann finna eina loysn, sum kann tryggja, at Radio 100FM verður verandi í luftini í framtíðini. Eg havi eina sterka vón um, at tað fer at bera til. Við gjaldssteðginum fáa vit tíð og frið til at finna røttu loysnina, sigur hann.