Radikali flokkurin í Danmark hevur mist nógvar veljarar síðani seinasta fólkatingsvali og nærkast nú minstamarkinum fyri at fáa umboðan á Fólkatingi Ein nýggj meiningakanning í Danmark vísir, at undirtøkan hjá Radikala flokkinum er nú so lítil, at flokkurin er líka stórur ella líka lítil sum Eindarlistin.
Sambært kanningini høvdu tey radikalu fingið trý prosent av atkvøðunum, var fólkatingsval nú, og minstamarkið fyri at sleppa inn um tinggáttina er tvey prosent. Á seinasta vali fekk Radikali flokkurin 5,1 prosent.
Annars vísir tann nýggja kanningin, at tað hevði staðið at kalla á jøvnum millum tann reyða og tann bláa vongin, var val í dag. Andstøðan hevði fingið 88 tinglimir og stjórnarflokkarnir og Danski Fólkaflokkurin 87.