Radikal broyting á veg

Sambært Jyllandspostinum verður leiðslan í Radikala flokkinum í Danmark broytt fyrsta dagin. Tá fer Marianne Jelved at leggja frá sær sum formaður og floksins uppskot til forsætisráðharra, og í hennara stað kemur Margrethe Vestager, sum nú er næstformaður. Hinvegin er ógreitt, hvør skal taka við sum næstformaður, skrivar Jyllandsposturin.