Ráðið fyri Brekað roynir enn einaferð at gera vart við tann mismun, ið limir felagsins føla seg vera fyri av almenna kringvarpinum Kringvarp Føroya.
Í tíðindaskrivi í dag skrivar ráðið, at tað er ein trupulleika, at hædd ikki verður tikið fyri øllum, tá valsendingar eru á skránni.
- Mett verður, at tað eru um 3.000 fólk í Føroyum sum eru hoyritarnað. Harumframt eru fólk, ið bera onnur brek t.d. eru sjónveik, blind, deyv osfr. Hesi fólk hava sera torført at fylgja við í politiska valstríðnum, bæði tí valsendingar í sjónvarpi ikki vera tekstaðar, teknmálstulkar eru ikki altíð við, tá politiskar sendingar eru og harumframt kann tað vera trupult, um ov nógv óljóð er, eitt nú í bakgrundini og í innsløgum, tá samrøður verða gjørdar.
- Politisk val eru grundkjarnan í fólkaræðinum, og tí er umráðandi, at allir okkara borgarar hava atgongd til upplýsingar, sum verða varpaðir út um almennu miðlarnar.
Ráðið vísir harumframt á, at tað er ein skylda hjá Kringvarpinum, at fáa boðskapin út til øll.
- Sum almennur stovnur hevur Kringvarpið skyldu til at tryggja, at boðskapurin kemur út til øll. Hetta er eisini ásett í Public Service sáttmálanum millum KVF og Mentamálaráðið.
- Á heimasíðuni hjá KVF stendur m.a. hetta um Public Service skyldurnar hjá KVF : “Eisini skulu altjóða ásetingar um eitt nú rættindi hjá teimum brekaðu og javnstøðuatlit í samfelagnum havast í huga í almenna kringvarpsvirkseminum.”
Við brævinum vónar ráðið, at umstøðurnar, ið felagið hevur víst á, laga seg á rættan hátt fyri allar partar.










