Tað sigur veðurlagsráðharrin í Íslandi, Jóhann Páll Jóhannsson.
Trupulleikin er ein skipan við havstreymum í Atlantshavinum, sum vísindafólk kalla Amoc (Atlantisk Meridional Overturning Circulation).
Hon flytur hita úr tropunum til norðaru breiddarstigini.
Um Amoc linkar, fer vetrarhitin í Norðurevropa at falla í stórum.
Íslendski ráðharrin greiðir frá, at spurningurin um eitt møguligt fall hevur verið frammi í tjóðskaparliga trygdarráðnum.
- Tað er ein beinleiðis hóttan móti okkara tjóðarmótstøðuføri og trygd, sigur hann.
Ritzau/Reuters










