Fíggjarnevndin hjá løgtinginum hevur nevndarfund í morgin at ráðføra Karsten Hansen, landsstýrismann í heilsumálum í Fargen ætlanina.
Tað er landsstýrismaðurin, sum hevur biðið fíggjarnevndina um ráðførslu í sambandi við at taka ímóti og brúka tær 10 milliónir krónurnar, sum danski staturin vil lata til FarGen ætlanina.
Upphæddin skal játtast, áðrenn løgtingið kann lata ílegusavninum hana. Átta milliónir krónur eru játtaðar á donsku fólkatingsfíggjarlógininn í ár, og væntandi verða tvær milliónir játtaðar aftur næsta ár. Sambært landsstýrismanninum, so verður upphæddin játtað ílegusavninum yvir trý ár sambært útreiðslugongdini í verkætlanini: Um 3,7 milliónir verða brúktar í ár. Næsta ár verða 5,5 milliónir brúktar, og í 2017 verða 800.000 krónur brúktar.