Eyðgunn Samuelsen heldur, at viðbótin hjá teimum fólkapensjónistum, ið bert hava fólkapensjón og samhaldsfasta at liva av, átti at verið hækkað.
- Pensjónin er faktiskt minkað í virði, tí man hevur minni og minni at liva fyri, sigur Eyðgunn Samuelsen, og vísir til, at meðan kostnaðarstøðið í samfelagnum er hækkað nógv síðani 2001, tá núverandi pensjónin varð ásett.
Eyðgunn Samuelsen hevur lítla tiltrúgv til ætlanirnar hjá verandi samgongu at spara í framtíðini, uttan at tað skal kosta nøkrum øðrum onkustaðni.
- Tað ber ikki til at spara, uttan at tað skal raka nakran, sigur Eyðgunn Samuelsen
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Eyðgunn Samuelsen.










