Soleiðis hevði tingið sæð út um kvinnur ráddu

Um bara kvinnur høvdu atkvøtt í til løgtingsval í Føroyum, so var støðan heilt øðrvísi í Løgtinginum.

 

Tað vísir veljarakanningin, sum spyr.fo hevur gjørt fyri Miðlahúsið.

Um vit bara rokna upp á atkvøðurnar frá kvinnum, so hevði Fólkaflokkurin fingið 3 tingsessir, Sambandsflokkurin 5, Javnaðarflokkurin 14, Sjálvstýri 0, Tjóðveldi 8, Framsókn 2 og Miðflokkurin 1.

 

So mugu vit skunda okkum at siga, at veljarakanningin er gjørd í kjalarvørrinum av, at Fólkaflokkurin tók helt serlig stig fyri at koyra Anniku Olsen úr Løgtinginum. Og tað kann sjálvandi vera orsøk til, at onkrir veljarar nýta høvi í eini slíkari kanning av revsa sín flokk.

 

Vóru tað bara menn, sum atkvøddu, sá so støðan sambært kanningini munandi øðrvísi út, tí so hevði Fólkaflokkurin fingið 5 tingfólk, Sambandsflokkurin 6, Javnaðarflokkurin 8, Sjálvstýri 2, Tjóðveldi 6, Framsókn 4 og Miðflokkurin 2.

 

Kanningin er so ein løtumynd av, hvussu støðan var hósdagin.

 

Men úrslitið er kortini sera langt frá seinasta løgtingsvali – bæði millum kvinnur og menn.

##med2##