Radcliffe í aktionfilmi

18-ára gamli Daniel Radcliffe, sum er kendur sum gandakallurin Harry Potter, er nú farin at spæla við í einum aktionfilmi. Nýggi filmurin hjá honum ?Journey? snýr seg um unga tíðindafólkið Dan Eldon, sum var millum tey fýra tíndafólkini, ið vóru steinaði til deyðis av einari illari fólkamongd í Somalia í 1993. Nýggi stórfilmurin er bygdur á partar av dagbókunum hjá Dan, ið vórðu útgivnar í 1997. Bæði Orlando Bloom og Heath Ledger royndu at fáa leiklutin sum Dan, men tað varð altso ungi Radcliffe, ið megnaði at fáa leiklutin. Mamma veruliga Dan sigur frá, at Daniel Radcliffe er perfektur til leiklutin sum Dan, tí hann eisini bert var ein stórur drongur, tá ið hann doyði.