Trygdarpolitiska mynstrið í Norðuratlantshavi, sum ein komandi radari á Sornfelli er partur av, mennist skjótt av krígnum í Ukraina.
Kríggið ávirkar upp á tann mátan Føroyar næstan beinleiðis.
NATO-londini geva sær alsamt meira far um russiskar kavbátar og fylgiskip teirra frá støðum í russiska Arktis. Her hýsir Putin forseti einum stórum parti av kjarnorkuvápnum sínum. Serliga stúrandi eru missilberandi kavbátarnir, sum virka úr Kola-hálvoynni beint eystan fyri Noreg. Teir kunnu hótta bæði amerikanska fastlandið og veitingarlinjurnar millum USA og Evropa, og serliga um teir sleppa gjøgnum farvatnið kring Føroyar.
Mánadagin fingu vit enn eitt tekin um, hvussu spent støðan er. Eitt russiskt jagaraflogfar mátti sambært russiska verjumálaráðnum tvinga eitt bretskt njósnaraflogfar út úr russiskum loftrúmi umleið 100 km eystan fyri kavbátastøðina á Kola-hálvoynni.
##med3##
Russar vildu eisini vera við, at enn ein bretsk flogferð, sum frammanundan var fráboðað av Royal Air force, ólógliga fór at flúgva yvir russiskum øki. »Ábyrgdina fyri allar hugsandi avleiðingar av hesi tilvitaðu provokatión fór fult og heilt at liggja á bretum«, ljóðari ávaringin sambært The Guardian.
Flogfarið fleyg sambært fligthware.com tvær ferðir aftur og fram við russisku flotastøðunum, áðrenn tað – sambært russiskum upplýsingum – ólógliga fleyg inn í russiskt loftrúm eystan fyri Murmansk.
Bretska verjumálaráðið vísti mikudagin aftur, at flogfarið, sum fleyg mánadagin, hevði gjørt seg inn á bretskt loftrúm, og ákærdi ístaðin russikur Mig-jagaraflogfør fyri vandamikla flúgving bara 30 metrar frá bretsku flogførunum.
Bæði US Air Force og bretsku Royal Air Force flúgva sambært norska netmiðlinum BarentsObsoerver javnilga yvir Barentshavinum nærindis russisku støðunum við flogførum at slagnum C-135W Rivet Joint, sum eru serútgjørd tilat súgva elektronsikar dátur upp úr radara fíggindans og annan elektronik.
Flogferðirnar verða mettar so provokerandi fyri Russland, at Noreg hevur víst aftur at lata flúgva úr Noreg. Í staðin verður flog frá støðum í Bregtlandi við luftbunkring á veg tl Barentshavið.
Fokus á kjarnorkuvápn
Russisku kjarnorkuvápn – og harvið eisini farvatnið kring Føroyar – kann harumframt fáa øktan týdning so hvørt Russland tapir í Ukraina. Roknað verður við, at russar fara at satsa enn meira upp á innbygda óttan, sum kjarnorkuvápnini skapa, nú konventionellu deildirnar í Ukraina alsamt mergsúgvast.
Katarzyna Zysk, professari við Institutt for Forsvarsstudier á Forsvarets Høgskole í Oslo og ein av teimum fremstu í Noreg, sum kenna til russiskan Arktis-politikk, greiddi mær í síðstu viku frá, hví hon væntar eina slíka gongd:
»Russland kendi seg við undirlutan yvir fyri USA og NATO longu áðrenn Ukraina, tá tað snýr seg um siðbundnar herdeildir. Tann kenslan verður styrkt nú, eisini tí leiðarar Russlands finna nýggjar veikleikar í verjuni – eisini nakrar, teir ikki kendu áður«, sigur hon.
Zysk væntar, at Norðurfloti Russlands á Kola-hálvoynni í framtíðini fer at vísa sannføringarmátt og virkishug enn meira demonstrativ enn áður; retorikkurin fer at skerpast og útbúnaðurin dagførdur.
»Russland fær brúk fyri drúgvari tíð til at endurbyggja siðbundnu deildir sínar. Hetta tíðarskeiðið fara tey at royna seta ístaðin fyri eftirsleipið við at framhevja kjarnorkudeildirnar. Norðurflotin er serliga týdningarmikil tá tað snýr seg um kjarnorkuvápn til sjós, men Arktis hevur eisini týdning fyri langtrøkkandi flogførini hjá Russlandi og kjarnorkuvápnini á landi, sigur hon.
##med2##
Nýggj donsk flogfør?
Loftverjuradarin á Sornfelli verður eftir øllum at døma byrjanin til økt danskt hernaðarligt virksemi í Norðuratlantshavi og í Arktis. Taka vit alt mynstrið við virkseminum hjá NATO londunum á sjógvi og í luftini, virkar danska luttøkan, saman við radaranum á Sornfelli, enn lítillátin.
Ein av síðstu døgunum í juli kom til dømis ein amerikanskur kavbátur undan kavi í havnini í Grøtsund uttan fyri Tromsø í Norðurnoreg. Ein talsmaður fyri hernaðarligu operatiónsmiðstøðini í Noreg greiddi soleiðis frá fyri netmiðlinum BarentsObserver:
»Tað er higartil fjórði amerikanski kavbáturin, sum hevur vitjað havnina í ár. Hann hevði eitt sokallað »logistik-stopp« í nakrar tíma og eitt manningarskifti,« segði hon.
Legg so harafturat bretska kjarnorkudrivna kavbátin, HMS Ambush, sum vitjaði Grøtsund í apríl, og bretska hangarskipið HMS Prince of Wales, sum í vár arbeiddi seg heilt fram til Jan Mayen millum Grønland og Norðurnoreg. Her tosa vit um eitt av størstu førunum í bretska flotanum. Tað var fyrstu ferð í fleiri áratíggju, at bretsk hermegi og slíkari stødd er so nær við russisku deildirnar í Arktis.
Úr Keflavík-støðini og úr Noreg flúgva amerikanarar enn fleiri patrulju við Poseidon 8-flogførum, sum eru serbygd til at spora og niðurberja hernaðarliga kavbátar við torpedoum ella djúpvatnsbumbum. Bretar hava sama slag av flogførum; Týskland hevur bílagt átta, Noreg fimm; tað fyrsta lendi í Evenes í februar. Danska verjan umhugsar sambært mínum upplýsingum eitt Poseidon 8-flogfar sum kostar yvir eina milliard krónur og skal tilmælast til ta verjusemju, sum skal fáast upp á pláss á Christiansborg í 2023.
Meira lítillátin danskur stuðul er longu settur í verk. Tað snýr seg millum annað um útgerð til níggju tyrlur hjá flotanum og tvær fregattir.
Fregattin Absalon luttók í juni í NATO-venjingini Dynamic Mongoose uttan fyri Noreg, sum hevði kavbátajagstran sum høvuðsmál. Harumframt er verjan við at keypa tvær størri dronur til eftirlit fram við grønlendsku eysturstrondini sum høvuðsendamál – áðrenn nýggi radarin kemur á Sornfelli.
Føroyskur sjógvur
Serliga í fokus eru teir 36 kavbátarnir í Norðurflotanum hjá Russlandi og serliga kavbátar av Yasen-slagnum, sum kunnu hava taktisk og í ringasta føri strategisk kjarnorkuvápn, sum í veruleikanum eru hópoyðingarvápn.
NATO-londini óttast, at kavbátarnir skulu sigla aftur og fram í GIUK-sundum millum Grønland, Ísland og Bretland (UK fyri United Kingdom). Við at forða russiskari sigling ella tiltøkum í sundunum er ætlanin at tryggja veitingarlinjurnar millum USA og Evropa, sum kunnu fáa bráðtýdning, um amerikanskar deildir ella útgerð umframt tað, sum longu er í Evropa, skal flytast til Evropa sum avleiðing av krígnum í Ukraina.
Hugsunarsmiðjan International Institute for Strategic Studies (IISS), sum hevur skrivstovu í Washington og London, greiddi í størri greining í mai frá, hví sundini longu fáa týdning í tíðarskeiði uttan veruliga hernaðarliga ósemju:
»GIUK-sundini eru framvegis eitt trigger point fyri potentiella líðandi vøkstur.
Russland hevur eyðsýndar møguleikar fyri at røkka politisku og diplomatiskum fyrimunum við at sigla út í Atlantshav og víðari. Serligu undirsjóvardygdir hjá Russlandi og evnini hjá Russlandi at seta avgerandi undirstøðukervið á havbotninum í vanda, økir virði av at sigla har, serilga í tíðarbilum við hybridkríggi ella í grásonuni beint áðrenn eina veruliga konflikt,« varð sagt.
Radarin á Sornfelli varð nevndur sum eitt greitt tekin um økt danskt uppmerksemi upp á trupulleikan.
Nýggj missil ávegis
Átøkini hjá NATO-londunum í Arktis er sambært russum ein átroðkandi hóttan ímóti grundleggjandi, strategiskum áhugamálum hjá Russlandi, og Putin forseti hevur gjørt tað greitt, at útbyggingin av Norðurflotanum fer at halda fram.
Í juli legði hann fram eina nýggja doktrin fyri allan flotan hjá Russlandi fram til 2030, har hann millum annað lovaði nýggjar supersonisk Zirkon-missil til allan flotan. Tann nýggja doktrinin boðar sambært netmiðlinum BarentsObserver frá enn meira »diverfisering og intensivering av øllum hernaðarligum virksemi og stríðstilbúgving hjá Norðurflotanum«
Norðurflotin skal sambært doktrinini økja eftirlitið við Svalbard, Franz Josef Land og Novaya Zemlya í Barentshavinum, og ísbrótarar hjá Russlandi verða »moduleraðir«, so teir kunnu hava krússaramissil, antiluftskot ella aðra hernaðarliga útgerð.
Russland skerpir tilbúgving sína; tað sama gera NATO-londini. Radarin á Sornfelli passar sum fótur í hosu í hetta mynstur – líka mikið, um hann ikki er bygdur enn.