Racerunning Føroyar á venjaringarlegu í Vági

Um vikuskiftið var Racerunning Føroyar á venjingarlegu í Marghøllini.

 

Racerunning er ein serlig ítróttargrein fyri ítróttarfólk, sum hava trupulleikar við javnvágini. Ein Racerunner er ein serlig tríhjólað súkkla uttan pedalir, har ongin trupulleiki er at halda javnvágina.

 

Serligi bygnaðurin ger RaceRunning vælegnað til m.a. spastikarar, giktplágað og fólk við beinamputatión.

 

Fýra íðkarar vóru á venjingarleguni, sum sæst á myndini, og eru teir, frá vinstru: Martin Johannessen, Heðin Midjord, Levi Hanusarson og Djóni Krosslá.

 

Martin Johannesen telist millum heimsins bestu íðkarar, meðan Levi Hanusarson og Heðin Midjord eisini eru royndir racerunnarar. Hetta var tó fyrstu ferð, at Djóni Krosslá royndi seg.

 

Eingin ivi er um, at umstøðurnar, sum Marghøllin nú veitir, eru ein stór hjálp hjá lítla racerunnara felagnum í Føroyum. Vónandi fara teir fýra at standa seg vil í framtíðar kappingum og hvør veit, kanska legst onkur íðkari afturat eisini.

 

Kelda: Suðurrás.