Rabobank: Grikkaland fer á húsagang

Í altjóða fíggjarheiminum eru tað støðugt fleiri, sum halda, at royndirnar at bjarga grikska búskapinum eru miseydnaðar, og at Grikkaland tí fer á húsagang. Tann seinasti, sum hevur sagt seg hava mist vónina, er fíggjarstjórin í niðurlendska stórbankanum Rabobank, Bert Bruggink.

-Spurningurin er ikki longur, um Grikkaland fer á húsagang. Tað er bara ein spurningur um, nær tað hendir, sigur Bert Bruggink við eitt niðurlendskt blað.

Í dag kom rættilig ferð á tíðindini um grikskan húsagang, tá tað frættist, at nakrir av teimum stóru bankunum í Fraklandi fara at missa ein part av kreditvirðinum, tí teir hava so nógv griksk virðisbrøv á goymslu. Óttin hevði við sær, at partabrævavirðið fall nógvastaðni í Evropa, samstundis sum rentan á grikskum virðisbrøvum hækkaði.