Raúl gjørdi hattrick

Raúl helt spenningin við líka áðrenn stórdystin í sponskum fótbólti næsta vikuskiftið. Real Madrid vann í gjárkvøldið 4-2 á Sevilla, og Raúl gjørdi trý av málunum. Nú eru fýra stig á muni millum Barcelona og Real Madrid í toppinum í sponsku kappingini, og næsta vikuskiftið hittast tey bæði liðini til oddabrak. Tá kann Real Madrid veruliga toga seg inn á Barca við einum sigri.