Raúl avloysir Fidel

Sum væntað valdi kubanska tjóðartingið Raúl Castro til eftirmann hjá Fidel Raúl Castro varð í kvøld valdur til kubanskan forseta. Harvið tekur hann formliga við embætinum, sum hann hevur røkt fyri bróðurin Fidel Castro síðani á sumri í 2006.

Fidel Castro, sum hevur verið leiðari í Kuba í 49 ár, boðaði í síðstu viku frá, at hann stillaði ikki uppaftur av heilsuávum.

Raúl Castro verður hildin at vera ein av teimum hóvligu kubansku leiðarunum, og tí kom tað óvart á fleiri eygleiðarar, at tann meiri harðrendi Jose Jamon Machado Ventura varð valdur til varaforseta.