Raðfestir samgongan vælferð ella skerjingar og yvirtøkur?

Løgmaður og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fáa í tinginum í dag spurningar, ið varpa ljós á veruligu fíggjarligu raðfestingarnar hjá samgonguni. Spurningurin er, um skerjingar og yvirtøkur koma fram um vælferð

Á tingfundinum í dag, mikudagin, verða áhugaverdir fyrispurningar settir løgmanni og landsstýrismanninum í fíggjarmálum.

 

Høvuðsspurningurin er, um samgongan ætlar sær at raðfesta vælferðina hjá føroyingum komandi árini, ella um yvirtøkur og skerjingar í ríkisveitingini verða raðfest framum vælferðina.

 

Tá samráðingarnar vóru um ABC-samgonguna valdi løgmaður at fara frá samráðingunum við teirri grundgeving, at hann ikki vildi ganga ynskinum á møti hjá Sambandsflokkinum um vælferðargrunn, sum skuldi tryggja vælferðina hjá komandi ættarliðum.

 

Í staðin fór Javnaðarflokkurin í samgongu við Tjóðveldi, har yvirtøkur og stórar skerjingar í Ríkisveitingini vórðu avtalaðar, meðan einki varð avsett til vælferðina hjá føroyingunum. Hetta varð gjørt, hóast Javnaðarflokkurin undan valinum sendi eitt skriv út í hvørt hús – undirskrivað av Jóannes Eidesgaard – har sagt varð, at ongar skerjingar skuldu henda í Ríkisveitingini, tí hon skuldi nýtast til vælferð í Føroyum.

 

Á tingfundinum mikudagin verður hesin tráðurin tikin upp, tá undirritaði setur munligar fyrispurningar til Jóannes Eidesgaard, løgmann, og Karsten Hansen, landsstýrismann í fíggjarmálum, um raðfestingarnar hjá samgonguni eru vælferðin hjá føroyingum ella yvirtøkur og skerjingar í veitingum.