Eitt sum fellir í eyguni er, at lógarbundni stuðulin til Umsorgarararbeiðið bert kemur at fevna um mattænastu, meðan stuðulin til dagtilhald 4 milliónir fellur burtur.
Ætlanin er við lógarbroyting at leggja hesa útreiðslu yvir á kommunurnar. Fleiri kommunur eru fíggjarliga sperdar og hava lagt fíggjarætlan fyri komandi ár, uttan at tær eru kunnaðar um hesa eykaútreiðsluna. Tí er eyðsæð, at verður hendan ætlan landstýrisins staðfest av Løgtinginum, koma vit eisini at fáa A og B kommunur, tá talan verður um trivnaðin hjá eldra ættarliðinum. Uttan iva, koma nøkur av verandi tilhaldum at lata aftur, tí kommunurnar ikki megna uppgávuna við so stuttum skotbrá.
Tað verður ein harður smeitur fyri okkara eldru borgarar, sum hava fegnast um tann møguleika, tey hava havt á dagtilhaldunum kring landið.