Seinnu árini hevur størsti stoltleikin hjá føroyskum landsliðsfótbólti verið U21-landsliðið, sum í hvørjari undankapping hevur hálað eina ella fleiri sensatiónir upp úr hattinum, so sum sigurin á Russlandi á sinni og javnleikurin ímóti Rumenia. Hetta eru úrslit, sum í nógvar mátar eru ljósár framman fyri alt tað, vit hava sæð frá A-landsliðnum, og eingin ivi er um, at Bill og Heðin hava havt serligt hegni til at seta spælararnir upp til sjálvt tær størstu uppgávurnar.
At tíverri ikki øll tykjast hava fingið eyguni upp fyri tí stóra týdningi, U21-landslið hevur, gekk tíverri sjón fyri søgn, nú A-landsliðið var á venjingarlegu, samstundis sum U21-landsliðið á útivølli skuldi spæla EM-undankappingardyst ímóti Rumenia. Sjálvandi eigur U21-landsliðið í slíkum føri at hava fremru raðfestingina, tí har stóðu verulig stig upp á spæl, og har var tað, at tað veruliga bar til at seta Føroyar enn einaferð á fótbóltsheimskortið. Men allíkavæl blivu fýra U21-spælarar tiknir við til Spania, har einasta avrikið bleiv ein óskrásettur vinardystur ímóti Gibraltar, heldur enn at teir fingið spælitíð og kanska gjørt mun í Rumenia, har brúk var fyri øllum góðum kreftum.
Sum fleiri longu hava víst á, er hetta fullkomuliga høpisleysur framferðarháttur, tí havandi í huga, at A-landsliðið ikki skal spæla nakran ordiligan dyst aftur fyrr enn í september, so átti eingin orsøk at verið til at amputerað U21-landsliðið, sum hinvegin stendur mitt í síni kapping. Var talan hinvegin um týðandi dystir hjá A-landsliðnum, var tað nakað heilt annað, men til eina slíka venjingarlegu – við fullkomuliga týdningarleysum venjingardystum á skránni – eigur at bera til at vera teir spælarar fyriuttan, sum kunnu gera nyttu aðrastaðni. Slík raðfesting er eftir hæli, og vónandi endurtekur hon seg ikki!
Onnur hava eisini sett spurnartekin við, um tað yvirhøvur er rætt at brúka tíð og orku upp á eina venjingarlegu hjá A-landsliðnum hesa tíðina á árinum, tá feløgini hava brúk fyri at hava allar sínar spælarar tøkar, tí tey arbeiða við at gera seg klár til landskappingina. Uttan feløgini einki landslið, so tá eingin veruligur landsdystur er á skránni á eini slíkari venjingarlegu, er ikki torført at skilja atfinningarnar frá feløgunum. Var tað hinvegin so, at A-landsliðið hevði tveir ordiligar landsdystir á skránni, var støðan ein heilt onnur, men í hesum føri tykist støðan illa umhugsað og illa fyrireikað.










