Partafelagsformurin hevur virkað væl og eftir ætlan í sambandi við byggingina av bæði Vágatunlinum og Norðoyatunlinum. Men hetta eru bæði verkætlanir, har partafeløgini hava møguleika at forrenta eitt lán, tí inntøkurnar í sambandi við ferðsluna gjøgnum báðar tunlarnar er somikið stór, at hetta letur seg gera. Støðan við einum Sandoyartunli er ein heilt onnur.
Tað vísir Poul Michelsen á í sambandi við nógvu umrøðuna, sum ætlaði tunnilin undir Skopunarfirði hevur fingið seinastu dagarnar.
Sama ætlan var frammi fyri tveimum árum síðani, tá tosið um Hovstunnilin tók seg upp. Eisini tá var Poul Michelsen frammi og ávaraði ímóti hesum forminum av fígging av einum almennum arbeiði. Og ta ferðina varð lurtað eftir kritikkinum.
- Lat meg strika undir, at eg als ikki eri ímóti, at ein tunnil verður gjørdur út í Sandoynna. Ein slíkur tunnil er skilagóð íløga, men tað má ikki koma upp á tal at lata eitt partafelag, sum landið fíggjar um raksturin, gera tunnilin. Tí tað er 80-ara hugsan við lít, sigur Poul Michelsen.
Eins og løgtingsmaður Fólkafloksins førdi fram fyri tveimum árum síðani, sigur hann tað vera ógvuliga ivasamt, um tað yvirhøvur ber til at fíggja eina slíka íløgu umvegis eitt partafelag.
- Tað vildi verið undarligt, um eg stovnaði eitt partafelag við tí fyri eyga, at tað skuldi hava eitt undirskot. Partafeløg eru jú ein formur fyri rakstrarfeløgum, har endamálið er at vinna pening, og at luska íløgur landskassans inn í eitt partafelag fyri á tann hátt at sleppa uttan um íløgukarmin, ber stutt sagt ikki til, sigur Poul Michelsen.
Erligar íløgur
Tá Smyril fyri nøkrum árum síðani varð bygdur, var hetta gjørt eftir einari verklagslóg, og hetta kravdi so, at skipið varð fíggjað um íløgukarmin á fíggjarlógini yvir eini trý ár. Og soleiðis skulu íløgur á einari verklagslóg fíggjast.
- Sjálvandi var hetta tungt, tí henda einsamalla íløgan fór við tveimum triðingum av íløgukarminum. Tað førdi so sjálvandi við sær, at annað mátti skúgvast til viks ella útsetast. Men úrslitið var ein ógvuliga sterkur búskapur, tí her fór alt fram í besta gjøgnumskygni, sigur Poul Michelsen.
Sama var galdandi fyri bæði Vágatunnilin og Norðoyatunnilin. Har vórðu íløgurnar gjørdar innanfyri íløgukarmin og meðan arbeiðini fóru fram. Og tað eru erligar íløgur.
Ætlanin við Sandoyartunlinum er hinvegin, at íløgurnar skulu gerast um raksturin, og tá verða tær kamufleraðar. Og tá tær ikki síggjast sum íløgur á fíggjarlógini, verða tær ikki roknaðar sum soleiðis, men bókaðar sum rakstur, metir Poul Michelsen.
- Og hetta er 80-ini umaftur, tá mann nýtti í mongum førum fiktivar grunnar at fíggja ymisk arbeiði við, og eingin visti rættiliga, hvat mann brúkti pengar til og hvat tað kostaði, fyrr enn rokningin kom, sigur Poul Michelsen.
Raðfesting
Hann vil tí síggja eina samlaða ætlan fyri íløgurnar komandi árini, áðrenn hann tekur støðu til nakað sum helst í hesum sambandi. Tí ikki fyrr enn allar komandi verkætlanir fyriliggja, ber til at gera eina raðfesting av hesum.
- Sandoyartunnilin má koma, ikki bara fyri farleiðina til Sandoyar, men so sanniliga eisini við einari Suðuroyarfarleið í huganum. Tað fer frameftir at hava sera stóran týdning, at eisini henda farleið verður skipað við føstum sambandi, vísir fólkaflokstinglimurin á.
Men áðrenn samlaða íløguætlanin fyriliggur, ber honum ikki til at meta um, hvussu Sandoyartunnilin skal raðfestast.
Poul Michelsen sigur, at tað hevði verið skeivt á allar mátar at fíggja tunnilin soleiðis, sum uppskot er um, nevniliga við 60 milliónum um árið heilt fram til 2021. Hetta hevði verið at bundið komandi fýra løgting, og tað hevði verið moralskt skeivt.
Hinvegin sigur løgtingsmaðurin, at hjá 1200 fólkum at forrenta 700 milliónir er ógjørligt, og tí má tunnilin fíggjast av landinum. Men altso ikki um raksturin.
- Hettta ber als ikki til. Skal Sandoyartunnilin fremjast, so skal íløgan inn undir íløgukarmin á fíggjarlógini, sigur Poul Michelsen, tinglimur fólkafloksins.