Raðfest útbúgving og gransking

- Talan er um eina heildarloysn, ið skal flyta samfelagið á rætta kós. Tað sigur Erika Hayfield, sum hevur staðið fyri heildarætlanini vegna Vinnumálaráðið:

Stóra heildarætlanin um fólkflyting og fólkavøksturin varð løgd fram fyrrapartin.

Heildarætlanin byggir á 37 ymisk átøk, ið skulu gerast næstu árini, fyri á tann hátt at venda fólkafráflyting til fólkavøkstur.

Arbeiðsbólkurin mælir til at útbyggja og umbyggja Fróðskaparsetrið fyri 250 milliónir krónur, harav 150 milliónir skulu brúkast næstu trý árini. Harumframt skal rakstrarjáttanin til Fróðskaparsetrið økjast, úr 67 milliónum upp í 100 milliónir krónur um árið.

- Raðfesting av útbúgving og gransking er avgerandi fyri at venda gongdini, sigur Erika Hayfield.