Rávøra

Tað verður tosað um arbeiðsloysi. Vit sum hava nógva rávøru, sum ikki verður brúkt, og virki standa tóm, nú heystið kemur. Og skinn og vembur; hví ikki turka vemburnar, so vit kunnu brúka tær til útflutnings til onnur lond, sum kunnu brúka tær sum bót í súpan, og garva skinnini og selja við og uttan brodd?
Av royndum veit eg, at Japan og Týskland dáma væl skinnini, týskararnir brúka tey í lystbátum, tí tey eru fjálg at liggja á.

Tálg

Tálg er so fjálg
Hon okkum hitar
Meðan vit
Um gólvið tita

Nú vit í Føroyum ikki brúka tálgina, hevði tað so ikki verið eitt hugskot at framleitt tálgaljós til tey fátøku londini, sum ikki hava ljós og varma? So fingu tey bæði ljós og varma, sum tey hava brúk fyri.