Úr Vík til Rómaborg t/r

Fríggjadagin letur upp framsýning í Steinprenti við spildurnýggjum vatnlitamálningum hjá Torbirni Olsen.

Hetta eru alt verk, sum hann hevur málað á so ymiskum støðum sum í Haldórsvík og í Rom.

- Torbjørn Olsen kenna vit sum framúrskarandi kolorist og kolorisman fornoktar seg ikki í nýggju myndunum. Serliga í myndunum úr Rom gløða litirnir í okkergulum húsafasadum í bláviolettari skýming, verður sagt í eini innbjóðing til ferniseringina.

Við vatnlitum sínum fangar Torbjørn Olsen ljós og litir lætt, spontant og artistiskt, og fyri helst millum tær bestu myndirnar á hesi framsýningini, og eisini tær einfaldastu.

Myndir, sum næstan eru heilt abstraktar og sum við nøkrum fáum strokum og litum mana fram vónríka angan av vári.

- Tað tekur kanska nøkur sekund av vitskuvíðkandi litnjóting, meðan eygað leitar og greinar, men so verða boðini í skundi send til heilan, at skapið, sum sæst niðarlaga á myndini miðskeiðis til vinstru er ein áttahyrnt kirkja.

- Hervið eru vit myndevnisliga komin heim til Haldórsvíkar, og fjarari frá Rom kunnu vit neyvan koma. Sjálvandi lýsir Torbjørn Olsen eisini fólkini í Rom í sínum fínu og fjálgu huglagsmyndum, verður sagt.

Framsýningin letur fríggjadagin klokkan 19 og er opin til 21. juli.