Pápin hevur misbrúkt hana kynsliga, síðani hon var 11 ára gomul.
Tá hon í august í 1984 fylti 18, lumpaði pápin hana niður í kjallaran, har hann gav henni doyvandi evni og legði hana í hondjørn.
Pápin segði konuni, vinum og grannum, at Elisabeth var rýmd, og at hon livdi saman við einari sekt.
Tey næstu 24 árini misbrúkti pápin hana javnan, og eftir øllum at døma varnaðist mamman einki. Kjallarin bleiv støðugt út- og umbygdur við fleiri rúmum, teirra millum einum bjálvaðum kliva, sum var 1,70 metur høgur millum loft og gólv.
Í 1989 fekk Elisabeth tað fyrsta barnið við pápanum.
Í 1990 fær Elisabeth ein son. Í síðstu viku sá hann fyri fyrstu ferð dagsins ljós. I
í 1992 fær hon eina dóttir. Gentan verður løgd á trappusteinin hjá foreldrunum og er vaksin upp hjá pápanum. Í 1994 fær hon aftur eina gentu. Eisini hon veksur upp saman við pápanum.
Í 1996 fær Elisabeth tvíburar, tveir dreingir, men annar doyr, og páopin brennur líkið. Hin veksur upp saman við pápanum.
í 2002 fær Elisabeth afturt ein drong, sum veksur upp í kjallaranum saman við mammuni. Eftir at læknarnir ígjøgnum fjølmiðlarnar bóðu Elisabeth gera vart við seg, fór hon á sjúkrahúsið, har hon greiddi frá, at hon júst var flýdd úr kjallaranum.
Tann 28. apríl verður Josef F. varðhaldsfongslaður. Undir avhoyring greiðir hann løgregluni frá tí loyniliga kjallaranum og letur løgregluna fáa koduna til kjallarahurðina. Hann viðgongur kynsliga misnýtrslu, og at hann eigur børnini hjá Elisabeth.
Elisabeth verður eisini avhoyrd, eftir at hon hevur fingið vissu fyri, at henni nýtist ikki at síggja pápan aftur. Elisabeth sær út til at vera tjúgu ár eldri, enn hon veruliga er.