Kappróður
Hjá Froðbiar Sóknar Róðrarfelag stóðu flestu bátarnir inni í ár. Felagið hevur annars bæði nýggjar og góðar bátar, sum ætlandi skuldu vera partur av róðrarárinum. Tvey nýggj 5-mannafør, tvey 10-mannafør, umframt at nýtt 6-mannafar eisini er á veg til felagið.
Men tað gekst illa at manna hesar. Bara í genturóðrinum tók felagið lut, og tað verður á ongan hátt mett nøktandi hjá felagnum, sum mangan hevur verið roknað millum tey virknastu í landinum.
Mánadagin komandi verður aðalfundur hildin, og her er vónin, at nýggj fólk hava hug at koma við í nevndararbeiðinum.
- Av teimum í verandi nevnd er bara ein, sum hevur tíð og umstøður at taka eina hond við aftur í ár, og tí er umráðandi, at nýggj fólk verða sett við. Bæði til dagliga raksturin í felagnum, men ikki minst, tí felagið í ár eisini skal standa fyri jóansøkuni, verður sagt.
Alt stendur klárt
Seinnu árini hevur annars verið lagt nógv fyri hjá felagnum. Við rógvimaskinum og kondisúkklum ber væl til at venja nógv innandura, eins og spinning eisini hevur verið fastur táttur. Tann tátturin er eisini settur ígongd, og komandi viku fara súkkluhjólini at mala aftur.
Aðalfundurin hjá felagnum verður mánadagin kl. 19.30 í Róðrarneystinum. Hóast tað er av avgerandi týdningi, at nýggj nevnd verður vald, so eru øll róðrarhugað hjartaliga vælkomin. Bæði tí ein nevnd í sjálvum sær ikki fær gjørt alt einsamøll, men eisini so staðfestast kann, hvussu stórur áhugin er at manna ymsu bátarnar.