Ræður um at halda kósina

Fyrrverandi svenski for­sætisráðharrin, Göran Persson, rósar íslend­ing­um fyri at hava eina hepna hond við at koma sær burtur úr fíggjar­krepp­uni, men hann ávar­ar samstundis um, at enn liggjsa truplar av­gerð­ir fyri framman.
Fyrrverandi forsætis­ráðharrin sigur, at tað ræður um hjá íslend­ing­um at halda eina miðvísa politiska kós og ikki at lata seg tøla av tí, sum er komið í rættlag.
Göran Persson sig­ur, at teir íslendsku politik­ararnir mugu fáa javn­vág á fíggjarlógina og bøta um landsins kapp­ingar­føri. Verður tað ikki gjørt, kunnu teir gomlu trupulleikarnir stinga seg uppaftur, ávarar hann.