Ráur ótamdur ørskapur

Hin villa Elin Josefina Smith hevur ein serligan ans fyri ørskapi.

Ikki hetta slagi av mentaðum, køldum akademiskum, borgarligum ørskapi, sum kann temjast og njótast í smáum. Men tí rætta ørskapinum. Tí ráa ótamda ørskapinum. Hon hevur serligan ans fyri tí hart rópandi, spreingjandi og tí uppreistrarsinnaða og lógleysa. Ein serligan ans at mála spontant, bráðræsið og vilt við kenslum og hjartablóði og nervu. Hennara verk eru ein uppreistur móti øllum tí pena og ein háttur at leita inn í ørskapin. Soleiðis skrivar Kinna Poulsen um framsýningina A Tribute To Life hjá Elin Josefinu Smith, sum letur upp í Smiðjuni í Lítluvík fríggjadagin.

Elin Josefina Smith
Smiðjan í Lítluvík
Fríggjadagin 22/11 kl. 16.00-27/11