Ráur harðskapur meira vanligur í Sandoynni

Kommunulæknin á Sandi, Dánjal Petur Højgaard, heldur at harðskapur av meira ráum karakteri er blivin meira vanligur í Sandoynni nú enn fyrr.

- Tað eru nøkur mál av og á av harðligum karakteri. Eg haldi næstan at harðskapurin er blivin meira harðligur nú enn fyrr. Fyrr haldi eg at menn meira bardust, og ikki sum nú við nevum og øðrum amboðum og tílíkt. Tað er blivið meira brutalt nú, sigur Dánjal Petur Højgaard.

Tað er tó ikki gerandiskostur, at hann verður forstýraður í vikuskiftunum av slíkum málum.

- Eg verði vanliga ikki forstýraður um næturnar, og í vikuskiftunum. Men tað hendir seg, at eg verði uppringdur í vikuskiftunum. Men tað, at vit verða noyddir at biðja Teistan sigla eykatúr mitt á náttini, tað man vera sera sjáldan, greiðir Dánjal Petur Højgaard frá.