Ræðumyndir ella kaldur veruleiki

Um innihaldð í Yngd í dag

Bilar, ferð, ferðsla og vanlukkur. Hetta eru evni, sum altíð vilja stinga seg upp av og á, og sjálvandi eru eisini orsøkir til hetta.

Tað hendir jú javnan, at onkur hevur mist lív ella førleika orsakað av ovurdirvi ella møguliga ósketni í ferðsluni. Sjálvsagt er hetta eitt óneyugt spill av mannalívum, men hvat kann gerast fyri at bøta um hetta.

At noktað ungfólki at koyra bil er neyvan ein góð loysn, eins og tað heldur ikki kann metast at verða ein haldgóð at eva bilunum eina sonevnda plombering. Hvussu nógv ungfólk tíma til dømis at koyra við einari knallert, sum ikki er tunað onkursvegna?

Eitt, sum sjáldan verður hugsað um, men sum ivaleyst hevur stóra ávirkan, eru allir teir bilar, sum liggja og nøla eftir landsvegunum við 60 km/t. Ofta eru hesi atvoldin til svakligar yvirhálingar, av tí at ferð teirra, ella mangul upp á ferð, øsir bilførararnar, sum koyra aftanfyri.

Nógva staðni eru vegamerkingarnar eisini heilt við síðuna av, og í summum førum er tað nærum hættisligt at fylgja hesum.

Á Sosialinum hava vit javnan praktikantar, og hevur ein teirra, Elisabeth Hansen, skrivað eina grein um Fire 2000, sum er eitt vekingarmøti, ið varð hildið í Runavíkini fyri 10 døgum síðani. Tíðin var ov knøpp til at hava greinina við seinast, men í fag hava vit so prenta hesa áhugaverdu greinina.

Fólk kring landið fara nú aftur at fáa høvi til at fara til nakrar konsertir, har føroyskur tónleikur verður settur í hásætið. Nýggi bólkurin Dynamitt2000 fer komandi vikurnar at ferðast millum oyggjarnar, og verða fleiri konsertir hildnar í hesum sambandi. Høgrumegin kanst tú lesa nakað um, hvat teir koma at bjóða okkum komandi vikurnar.

Dagfinn hevur hesa vikuna lænt 3 fløgur frá 3-aranum, og sum vanligt hevur hann felt sínar hugsanir niður á blað, soleiðis at vit kunnu fáa innlit í, hvat kann væntast av hesum fløgunum.